Síging Í/F

Vælkomin


Síging er aldargamal føroyskur siður, sum menn hava brúkt, tá teir fóru at ræna egg, vóru eftir fugli ella seyði. Tá vóru tað fyri tað mesta royndir menn, sum sluppu í línina.

Í 2009 byrjaðu Hvalbingar at bjóða síging til ferðafólk. Sígingin er á Norðbergseiði í Hvalba. Her kunnu ferðandi síga teir 40 - 50 metrarnir niður á helluna. Tá viðrar, er møguleiki at sigla av Norðbergeiði til Fiskieiði, um ikki viðrar at sigla við báti, verður tú hálaður uppaftur við línuni.

Atkomumøguleikarnir eru av teim bestu, koyrandi er heilt til línuna. Her fær tú møguleikan at royna tíni mørk, undir tryggum viðurskiftum.